- Ov nógv koronasmitta er í samfelagnum, tí avlýsa vit, sigur ein av fyrireikarunum, Ann Dahl Hansen.
Tað var annars í gjár at prestarnir í Suðurstreymoy boðaðu til útiguðstænastu á Tórsvølli í Havn. Hetta hevur verið fast tiltak, men var ikki í fjør vegna korona.
Ætlandi skuldi tiltakið byrja nú í morgun klokkan 11.
- Vegna ov høgt smittutal í gjár, verður eingin útigudstænasta á Tórsvølli í dag. Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 10.00, siga prestarnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo