![Dalurin langi](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/d/csm_dalurin-langi_71a50931fa.jpg)
![Dalurin langi](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/f/d/csm_dalurin-langi_71a50931fa.jpg)
Tórshavnar kommuna: Kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og til kirkjugarðin í Hoyvík er nú liðug og verður tikin í nýtslu.
Leiðin er frá komandi kirkjutorginum, til gøtuna sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgið kann fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.
Arbeiðið byrjaði við ársenda 2021, og er nú liðugt. Nú í morgun kl 11.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at leiðin alment verður tikin í brúk.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo