Ein familja við trimum børnum í Sandavági hevur verið so nógv útsett fyri ágangi frá ungdómi - eitt harkalið á einar 12 persónar - at løgreglan nú er komin upp í málið.
Fútin, Michael Boolsen, var í sjónvarpsstovuni hjá Degi&Viku í kvøld, har hann millum annað segði seg hava tosað við borgarstjóran í Vága kommunu um at finna eina loysn á hesum óunniliga ágangi móti hesi ungu familjuni, so ágangurin steðgar og familjan kennir seg trygga aftur.
Torgunn á Løgmansbø, konan í húsinum og mamma at teimum trimum børnunum, greiddi Kringvarpinum frá, hvat var hent og hvussu ótrygg tey eru.
Eina náttina herfyri varð eldur settur á úthurðina, men til alla lukku vaknaði hon av hendingini og fekk bjargað øllum í húsinum.
Sí DV her ( frá 05:25 )
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo