BirkBlogg: Kavarin og myndamaðurin úr Vestmanna, Harald Bjørgvin, við bókini Havsins aldingarður, sum Sprotin gevur út. Undirheitið er Blue Eden, tí bókateksturin er eisini á enskum.
Fyrstu síðurnar eru so hugtakandi, at tú onga løtu ivast í, at kaving, samantvunnin við fotografering, veruliga kann gerast ein tað mest burðardygga ferðavinnugreinini í Framtíðarføroyum.
Orðini, upplivingarnar og eygleiðigarnar hjá Haraldi, serliga í Breiðugjógv í Syðradali á Streymoynni, sannaføra meg avgjørt um hetta. Kaving og fotografering. Tað trúgvi eg uppá.
Fríggjadagin 8. januar klokkan 16 letur Harald upp framsýning við myndum úr bókini. Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík, og har ber eisini til at ogna sær bókina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo