BirkBloggur: Hetta er Modou Diagne úr Senegal, avmyndaður í matstovuni 111 by Modou í Glasgow forstaðnum Kelvinside fríggjakvøldið.
Átjan ára gamal kom hann úr Spania til Skotlands í 2013. Heimleysur við tveyhundrað pundum í lummanum. Eftir tíggju dagar in the rough kom Modou í samband við eina kirkju, ið hevði tað kall, at vera um heimleys. Har fekk hann shelter og søkti arbeiði í eitt ár, men fekk einki, tí hann dugdi ikki málið. Á netinum sá hann eina lýsing frá Nico Simeone, sum hevði tørv á einum kitchen porter á matstovuni 111. Modou søkti í stundini og fekk starvið, tí eigarin var hugtikin av høga arbeiðsmoralinum, sum tó ikki bygdi á vesturlendskan kunnleika um fínari matgerð og at eta úti við knívi og gaffli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo