Mikukvøldið 18. januar kl 20:00 fer Hanus Kamban, rithøvundur, at innleiða sýningina við nýggja svenska filminum ”Den alvarsamme leken”, sum Pernilla August hevur leikstjórnað.
Hon hevur samstarvað við Ingmar Bergman á palli, spælt Shmi Skywalker í Star Wars á filmi og var frá 1991-97 gift við Bille August.
Síðan 2005 hevur Pernilla sjálv verið filmsleikstjóri.
Hetta er triði filmur, sum byggir á klassisku skaldsøguna hjá Hjalmar Söderberg frá 1912. Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti.
Hanus Kamban, sum innleiðir sýningina í Filmsfelagnum, hevur granskað og týtt Hjalmar Söderberg, og altíð verið hugtikin av honum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo