Móttøka var í dag seinnapartin fyri Hanusi Joensen, sum nú leggur frá sær sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og fer í starv hjá Mentamálaráðnum. Nógv fólk var komið saman og fleiri røður vórðu hildnar. Annika Olsen, borgarstjóri, segði m.a.:
- Heimsgitni entreprenørurin og stovnarin av Apple, Steve Jobs, segði, at hjá kreativum fólki var ofta torført at siga, hvat kreativitetur var. Tí kreativitetur er at síggja tað sjálvsagda í røttum samanhangi.
- Tann kreativi megnar at sameina sínar royndir við nýggjar avbjóðingar og finna loysnir, onnur aftaná halda vera sjálvsagdar.
- Hetta rann mær til hugs, nú vit heiðra Hanusi Joensen. Tú kanst seta nógv spjøldur á Hanus - lærari, hondbóltsspælari, telvari, kórleiðari, urguspælari, íverksetari, ársins leiðari, ja, og sjálvandi skúlastjóri - men í mínum hugaheimi kemur hann altið at standa sum ein kreativur og fyrimyndarligur leiðari.
- Uttan at fara í smálutir um alt annað, so havi eg hug at nevna verkætlanina "Litir í leiki" sum eitt dømi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo