Í sambandi við nýggju plátuna, ‘Támsins likam’, hevur Hamferð júst útgivið sjónbandalagið ‘Frosthvarv’, ið ber brá av stuttfilmi.
Lagið er bæði ein sorgblíð kærleiksvísa og eitt harmaljóð um spillandi sorg. Innihaldið í stuttfilminum lýsir hesa huglagstvígreining og er samstundis ein tulking av søguni, ið bindur saman løgini á ‘Támsins likam’.
Franklin Henriksen hevur leikstjórnað, og Beinta Haraldsen og Julia í Kálvalíð hava lagt til rættis.
‘Frosthvarv’ kann síggjast niðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo