Hvannrók: Steðgaði ein dagin í J.C. Svabos gøtu, har eg knappliga fór at minnast aftur á góðu barnaárini, tí har var so nógv virksemi í fleiri húsum.
Í kjallaranum hjá Linu Arge byrjaðu Karbech Mouritsen brøðurnir Finnbjørn og Eyðun at selja máling. Hetta var í 1962. Skjótt gjørdist handilin ov lítil, og sum árini gingu, varð bygt upp í húsini hjá Linu Arge og seinni stórur málingahandil bygdur á horninum J.C. Svabos gøta/Landavegur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo