Vesturkirkjan skipar í morgin fyri familjugudstænastu. 1. sunnudag í advent hevur verið siðvenja at skipað fyri eini lættari gudstænastu.
Rógvi Dam hevur eitt orð, Bergur D. Joensen er prestur, og Kristiliga Sangkórið syngur. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi við ymiskum góðum til børn og vaksin. Bíbliulesiætlanin hjá Bíbliufelagnum er eisini at fáa sum í øðrum kirkjum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo