Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

G! Festivalurin: Tað verður lagt upp til eina tungmálms-veitslu av hægsta stigi, tá Hamferð trínur á pallin á sandinum sum seinasti bólkur í dag. Teir seks, sum manna Hamferð, hava havt stóra framgongd sum bólkur eftir teir vunnu Wacken Open Air í 2012. Nú eru teir klárir at enda leygardagin við einum braki.

Bólkurin Hamferð varð stovnaður í 2008 og hevur síðani tá hugtikið mangar fjøldir við sínum svørtu klædningum og eginleikanum at geva lurtarunum eina sterka, melankolska kenslu. Hetta megnaðu teir eisini til fulnar, tá teir vunnu Wacken Open Air í 2012 og veruliga slógu seg fastar sum ein vælumtóktan bólk uttan fyri landoddarnar.

Teir hava, síðani stovnanina, verið víða um í heimi og gjørt um seg. Fleiri konsertferðir hava teir gjørt einsamallir, umboðandi nýggjar útgávur, men hava eisini framført við bólkum sum Moonsorrow og Amorphis, sum eru kendir í metal-tónleikaheiminum.

Menninir aftanfyri Hamferð hava ferð eftir ferð, við løgum sum t.d. ”Harra Guð, Títt dýra navn og æra” og ”Opið hav”, víst, at teir hava nakað heilt serligt. So á sandinum kl. 02:00 og uppliv bæði growling og sálmasang!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo