Tað er politiskt korrekt at brúka tok heldur enn flogfar. Men umframt góða tíð, krevur tað eisini fleiri krónur.
Nýggj kanning av 112 europeiskum tok- og flogrutum vísir, at tok ofta eru tvífalt so dýr sum flogfarið.
Tað er betri fyri umhvørvið at brúka tok – men sambært nýggju analýsuni hjá umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace so eru ferðaseðlarnir oftast klárt dýrari við toki, skrivar Standby.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo