Bretska filmsframleiðslufelagið, Eon Productions, sum eigur øll rættindi til James Bond filmarnar og allar lutir í hesum sambandi, hevur í hvøssum skrivi til føroysku sendistovuna í Bretlandi boðað frá, at tey við dags varsli gera krav um at gravsteinurin, sum kalsingar hava reist til minnis um James Bond har í oynni, skal verða tikin burtur innan vikan er úti.
Tað er bretska avísin The Guardian, ið ber boðini.
Saman við størsta flokki á tingi hava norðoyingar eydnast at venda óhepnu støðuni við gravsteininum.
Norðlýsið, Fonn Flog og Alex Sólstein hava gjørt søguliga semju við bretska filmsframleiðslufelagið um, at níggjunda útgáva av Einar’s Whisky afturfyri skal hava James Bond sum tema bæði á etikett og í tilsipingum í smakki.
Eftir semjuna, sum varð undirskrivað í høvuðssætinum á Picadilly, hava Eon Productions lovað, at tey gera ikki meir við málið um gravsteinin, sum sleppur at standa. Tað er Christian Andreasen, advokatur, ið vegna størsta flokk á tingi hevur havt trupla vinnumálið um hendi hesa vikuna.
Nýggja útgávan, sum Einar’s Distillery hevur goymt á rommtunnum úr Jamaika í trý ár, verður sett til sølu í dag. Heitið á níggindu útgávuni er “Vit slætta Djúpini”. Rúsan boðar frá, at viðskiftafólk kunnu bara keypa eina fløsku í senn.
Kendasti whiskykennari, Michael Jackson, sum á hvørjum ári gevur út “The Whiskey Bible”, sigur í stuttum viðtali við VP, at norðuratlantiski smakkurin, sum hegnisliga er lagaður til í Føroyum við skotskum malti, hevur ein góðan lit og viskositet, ein greiðan smakk av karibiskum sukri, og at enda ein tølandi farra av nýslignum grasi av Kallinum, sum slær beint upp í nasarnar og liggur leingi á.
- Hetta er besta whisky í ár, sigur Jackson og gevur føroyingum 97 stig av hundrað møguligum.
Tað er hægsta met, ið hann nakrantíð hevur givið.
”This newcomer is a towering experience of a flashing lighthouse, and it will take you till the end of the world as we know it”, sigur whiskykennarin í stuttari samrøðu úr Edinburgh við VP.
Sí mynd av nýggju útgávuni av Einar’s Whisky - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo