Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tann ringasta er alternativið
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er harmiligt at staðfesta í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, at granskingargrunnurin, ið Granskingarráðið umsitir, enn einaferð ikki verður raðfestur hægri. Í uppskotinum verða játtaðar 7,5 mió krónur, ið er sama upphædd sum í 2016!

Føroyska samfelagið skal og má vera eitt vitanarsamfelag. Tann nógva vitanin, ið kemur av arbeiðs- og vinnuroyndum er týdningarmikil, men okkum tørvar eisini eitt áhaldandi kanningararbeiði at tryggja, at vit kunnu vera oddafiskar í altjóða høpi innan t.d. fiskivinnu, alivinnu, byggivinnu, ferðavinnu, sjúkraviðgerð, útbúgving v.m. Tvs., at vit mugu granska í hesum viðurskiftum. Granskingararbeiði kostar pening, men tað krevur eisini fólk við granskingarroyndum – og granskingarútbúgving.

Tað góða við granskingargrunninum hevur verið og er enn, at samfelagið fær bæði virðismikla gransking burturúr peninginum, ið verður játtaður á fíggjarlógini, eins og fólk fáa útbúgving sum granskarar – tí flestu verkætlanir, ið verða stuðlar úr granskingargrunninum, verða skipaðar sum PhD verkætlanir, ið er ein 3 ára granskingarútbúgving.

Tvs., at fyri avmarkaðu upphæddina, sum granskingargrunnurin fær hvørt ár, kemur bæði góð gransking burturúr, og fólk fáa eina viðkomandi granskingarútbúgving – eina PhD.

Á Landssjúkrahúsinum, har eg arbeiði, hava vit eina visjón um at gerast eitt universitetssjúkrahús. Eitt sjúkrahús, ið hevur skipaða gransking og útbúgving sum ein natúrligur partur av virkseminum – og sum heilt vist fer at gagna bæði útgreining og viðgerð av føroyingum. Men tílíkt krevur fólk við granskingarútbúgving – PhD. Hóast ein ávís tilgongd hevur verið seinastu árini av læknum við PhD útbúgving, so gongur tað seint. Ein avmarking er lutfalsliga lítla upphæddin, ið til ber at søkja í granskingargrunninum – ein upphædd, ið skal fevna um alla hugsandi gransking innan øll hugsandi fakøki. Upphæddin er ov lítil til, at vit fáa ta góðu og nátúrligu tilgongdina av PhDarum, ið okkara samfelagi tørvar. Nógvar góðar verkætlanir falla til jarðar, tí ov fáir pengar eru at stuðla við.

Vantandi tilgongdin av PhDarum er eisini ein trupulleiki í arbeiðnum at menna okkara Fróðskaparsetur. Ein fortreyt fyri, at vit í framtíðini kunnu uppstiga t.d. Landssjúkrahúsið til í størri mun at verða ein granskingarstovnur, er, at Fróðskaparsetrið verður ment  við fleiri granskarum innan nógv ymisk øki. Hesar granskarar eiga vit at útbúgva í Føroyum – og hevði granskingargrunnurin verið raðfestur í størri mun, so fekk føroyska samfelagið væl fleiri granskarar fyri eina lutfalsliga lítla upphædd.

Um granskingargrunnurin fekk eina økta játtan á t.d. 1 mió krónur um árið komandi árini, so hevði grunnurin havt ein sunnan vøkstur at stuðla gransking og útbúgving av granskarum, sum verður avgerandi at tryggja eina góða gongd hjá føroyska samfelagnum í framtíðini – tí avbjóðingarnar fara at verða nógvar. Okkum tørvar vitan og útbúgving at loysar hesar avbjóðingar á besta hátt – men vit mugu sjálvi skapa fortreytirnar fyri einari góðari gongd, tí eingin ger tað fyri okkum.

Jan Rasmussen
Yvirlækni og PhD
Formaður í Serlæknafelag Føroya
Limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo