Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-089/2023 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um gomlu tunlarnar norður um Fjall

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær væntast nýggju tunlarnir norður um fjall at lata upp í ár?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við teimum gomlu tunlunum norður um fjall?

3. Verður tað framvegis vegasamband niðan til teir gomlu tunlarnar, tá ið verkætlanin við nýggju tunlunum er liðug?

4. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til rennarar, gongufólk og súkklur, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

5. Metir landsstýrismaðurin at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu til eitt nú smoltaling tá ið teir nýggju eru latnir upp?

6. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til onnur endamál, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

7. Heldur landsstýrismaðurin tað verða skilabest at fáa onkra nyttu av gomlu tunlunum ella at steingja teir?

Svar til spurning 1
Sambært avtaluni við arbeiðstakaran skulu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir seint í ár. Hetta er enn tíðarætlanin, ið arbeitt verður eftir. Arbeiðið gongur væl, so møguleiki er fyri, at arbeiðið verður liðugt fyrr enn ásett í avtaluni.

Svar til spurning 2, 3, 4, 5 og 6
Landsverk hevur ábyrgdina av landsvegakervinum og mælir til at varðveita gomlu tunlarnar Norður um Fjall sum tilbúgvingarfarleið ella alternativa farleið. Um nakað hendir í nýggju tunlunum, sum ger, at tunlarnir mugu steingja eitt tíðarskeið, eigur Landsverk at tryggja, at ein alternativ farleið er tøk hesa tíðina.

Hetta er treytað av, at gomlu tunlarnir verða varðveittir í so góðum standi, at teir kunnu brúkast sum tilbúgvingarfarleið.

Tað ber sjálvandi ikki til at brúka gomlu tunlarnar til vatngoymslu, um teir skulu brúkast til ferðslu.

Arbeitt verður við at dagføra samferðsluætlanina, har ymisk evni (tema) verða viðgjørd. Eitt evni er ábær ferðsla, har víst verður á møguleikan at kunna ganga ella súkkla gjøgnum tunlarnar. Hetta kann eisini vera í ferðafólkahøpi, har skipað kann verða fyri túrum ígjøgnum tunlarnar.

Sum nú er, eru tunlarnir ikki í nóg góðum standi til ábæra ferðslu, sum eitt nú er fólk til gongu og á súkklu.

Verandi játtan hjá Landsverki er ikki nóg stór til nøktandi viðlíkahald av landsvegum. Farleiðir, sum ikki verða brúktar, verða ikki raðfestar.

Í fyrsta umfari verða tunlarnir stongdir fyri almennari ferðslu, tá ið teir nýggju lata upp, eins og gjørt var við gamla Hvalbiartunnilin. Bummar verða settir fyri tunlarnar, men tó verður framvegis møguligt at koyra fram til tunlarnar á verandi vegum.

Svar til spurning 7
Landsstýrismaðurin er samdur við Landsverki, at tað besta er, at gomlu tunlarnir verða brúktir skilagott, nú teir ikki fara at verða brúktir til almenna ferðslu longur. Landsstýrismaðurin vil tó vísa á trupulleikan við at viðlíkahalda tunlarnar, og er samdur við Landsverki í, at um tunlarnir ikki vera viðlíkahildnir, er best, at teir vera stongdir, til man politiskt hevur fingið staðfest, hvussu ætlanin er at loysa trupulleikan við manglandi viðlíkahaldi á landsvegakervinum.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo