Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin frískur vindur av beinum eystri, kanska okkurt æli um middagsleitið, annars sólglottar gjøgnum dagin og hitin um 7 stig.

Týsdagin gul av høgari eysturætt, skýggjað men turrveður og kanska sólglottar, hitin 6-7 stig.

Mikudagin bert ein ond eystaneftir, skýggjað og tað verður kaldari, 4-5 stig.

Hósdagin líkist veðrið degnum frammanundan, tó kanska við sólglottum eisini og tað heldur fram at kølna, nú niður í eini trý stig.

Fríggjadagin framvegis mestsum stilli, ondin kemur eystaneftir, ímillum landsynning og landnyrðing, turt og sólglottar gjøgnum dagin og hitin um 4-5 stig.

Næsta vikuskifti frískar hann vindin ímillum eystan og norðan og tað verður nógv regn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo