Meðan illveðrið í kvøld herjar heima í Føroyum, korona økist spøkjandi, og danski heilsumálaráðharrin í miðlum ávarar okkum um skeivu gongdina viðvíkjandi innleggingum, sita vit á strondpromenaduni uttanfyri Barcelona, og feira okkara hetjur, mammu og pápa okkara Birgith og Torkil við Sandá, á teirra gullbrúdleypsdegi.
Góða mamma og babba, hjartaliga tillukku við tykkara stóra degi, ið minnir okkum á tykkara stóra kærleika tykkara millum.
Takk fyri tykkum, og takk fyri alt tit eru, og hava verið fyri meg og míni.
Guds ríku signing ynski eg tykkum.
Beinta
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo