![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/9/csm_Demens_05_8050932ab8.jpg)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/9/csm_Demens_05_8050932ab8.jpg)
Í fleiri ár hava granskarar um allan heimin roynt at fáa tamarhald á sjúkuni, sum rakar heilan, tá ið vit gerast eldri og fáa minnissvinn.
Nú vísa nýggjar royndir við heiluváginum Donanemab vóngevandi úrslit í sambandi við heilasjúkuna Alzherimers.
Tað skrivar BBC út frá kanning almannakunngjørd í viðurkenda medisinska tíðarritinum JAMA.
- Talan er um nøkur spennandi úrslit, sum møguliga kunnu fáa stóran týdning fyri Alzherimers-gransking og geva stóran framburð, sigur Kristian Steen Frederiksen, yvirlækni, við TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo