Tórshavnar Musikkskúli: Farna vikuskiftið vóru tríggir næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla við í stóru tónleikakappingini “Den klassiske Musikkonkurrence” í Keypmannahavn, har gott og væl 100 tónleikarar yngri enn 17 ár, á ymsum ljóðførum kappaðust.
Úr Tórshavnar Musikkskúla luttóku Sigrið F Hansen á kontrabass, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge á saksofon og Hannes Godtfred Dam á gittara.
Ikki kann sigast annað, enn at úrslitini vóru sera góð Sigrið og Yngva fingu 1. Virðisløn, og Hannes 2.virðisløn.
Tað er mennandi fyri næmingar at luttaka í slíkari kapping, og at sammeta seg við onnur ung, og góða úrslitið vísir okkum eisini, at næmingar úr Føroyum standa einki aftanfyri næmingar í øðrum londum.
Næmingar og lærarar teirra, Agnar Lamhauge, Bernharður Wilkinson og Ragnar Olsen eru fegin um luttøkuna og ikki minst úrslitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo