BirkBlogg: FIMFF dómsnevndin til arbeiðis á Hotel Tórshavn á middegi í dag. Í kvøld verður avdúkað í Perluni, hvør filmur fær virðisløn á Føroya fyrstu minnilutafilmsstevnu, Faroe Islands International Minority Film Festival.
Tað er keramiski verkstaðurin No.10 Leirlist, sum hevur gjørt virðislønina, ið ímyndar filmsrullur av tí gamla kenda slagnum, sum Geytin gekk við frá bygd til bygd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo