Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Flogbóltslandsliðið við monnum spældi í dag ímóti Ísrael í sínum seinasta dysti í Silvurliguni, sum um vikuskiftið verður spæld í Eysturríki.

Føroyar hingu fast í Ísrael til 8-8 í fyrsta setti, men frá 10-12 gekk heldur skjótt, tá Ísrael gjørdi eitt skarvslop og legði seg á odda 19-11. Fýra á rað til Føroyar pyntaðu eitt sindur um úrslitið, sum gjørdist 25-17.

Var endin á fyrsta setti góður, so var tað sum at fáa vátan vøtt frammaná, tá Ísrael legði seg á odda 10-1 í øðrum setti. Føroyar fótaðu sær tó aftur og vunnu fimm stig á rað, so munurin fór úr 10 niður í fimm stig. Men góða løtan var tó stokkut, tí Ísrael fór frá 13-8 til at vinna settið 25-9.

Triðja settið gjørdist tað besta hjá Føroyum, sum hesa ferð magnaðu at forða Ísrael í longu hálunum upp á fimm og sjey og meira á rað, og bara einaferð megnaði Ísrael at fáa meira enn tvey stig á rað - tá Ísrael fór frá 5-3 til 8-3. Og soleiðis eydnaðist at avmarka tapið av triðja setti til 19-25, sum teir á føroyska liðnum vóru væl nøgdir við.

Toppskorari hjá Føroyum var Bjarni Joensen við 8 stigum, harav 5 vóru uppá smassj, tvey vóru serviess og eitt blokkur.

Í morgin spælir Ísrael ímóti Eysturríki í síðsta dystinum í bólkaspælinum í Silvurliguni, og greitt er longu, at somu lið møtast aftur í finaluni hósdagin. Vinnarin flytur upp í Gullliguna og vinnur sær harumframt 40.000 evrur, sum eru knappar 300.000 kr.

Føroyar gjørdust nr. 3 í bólkinum og Ísland nr. 4.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo