Á arbeiðsmarknaðinum eru vit upptikin av trivnaðinum. Valla er nakar í iva um, at góður trivnaður gevur tær bestu umstøðurnar at mennast fakliga og menniskjansliga. Staðfest er, at tvørrandi trivnaður er darvandi fyri vøkstur og framburð bæði í tí privata vinnulívinum og í almennum høpi.
Hugsa vit um tað kirkjuliga landslagið, ið boðar Guðs orð og tekur sær av bleytum virðum, hevur trivnaðurin ómetaliga nógv at siga. Skulu vit mennast andaliga heima við hús, í kirkju og samkomu, so er trivnaðurin eitt nýtiligt barometur og lykilin til persónliga menning.
Hví er gleðin ikki eyðsýnd ímillum kristin í dag? Hví eru tit so stirvin og álvarsom? Hesir spurningarnir vórðu settir mær í fjørheyst. Dugdi ikki veruliga at svara. Helt eina løtu, at spyrjarin loyvdi sær sjálvum lógliga nógv. Vit hava lyndi at fara í sjálvverju ístaðin fyri at viðgera innihaldið.
Spurningurin rann mær til hugs, tá ið vit mánaðir seinni í sendingini Credo í Kvf umrøddu líknilsið um hin burturfarna sonin. Tveir brøður arbeiddu á faðirs garði, og hin yngri bað faðirin um sín part av arvinum. Síðan fór hann avstað burtur í tað fremmanda. Langt av landi skotin oyddi hann arvin burtur í einum óryggiligum levnaði og endaði í fátækt og armóð. Ein ússalig tilvera, ið kveikti rannsakandi hugsan.
Hin burturfarni sonurin gekk í seg sjálvan. Hann fór heimaftur til faðirin og bað um fyrigeving. Faðirin tók ímóti soninum við opnu føvningi, og hann varð fagnaður og fyrigivin. Eingin nívandi viðmerking. Eingin átala. Gleðin um heimkomuna varð mikið størri enn tað, ið sonurin hevði spælt sær av hondum. Gleðin var størri enn alt, og teir hildu sær á gamni.
Henda sama gleðin varð sjónlig á skíggjanum hjá Kvf um ársskiftið. Í eini samtalu greiddi ein umvendur maður frá sínum lívi í tómgongd uttan mál og mið. Ikki nógv orð um tað farna. Nógv fleiri orð um tað nýggja lívið í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara.
Gleðin var eyðsýnd og rørandi. Tað glaða andlitið og tey lívgandi orðini talaðu til okkum, ið hava prædikað Jesus sum Guðs son í eina knappa hálva øld. Gleðin kom út úr skíggjanum og nam hjartað, so eygnakrókarnir vættust eina løtu.
Ein nemandi og læruríkur vitnisburður, ið føddi spurningin: Hvussu stendur til við gleðini? Bað hon himmalska faðirin um arvin og fór burtur í tað fremmanda og oyddi andaliga arvin burtur í einum vøkrum og tryggum umhvørvi. Kann tað hugsast, at vit, ið hava prædikað Kristus í fleiri ártíggju, eru vorðin so dugnalig, at vit prædika gleðiboðskapin av handahógvi. Hvar er gleðin, drívmegin og andin?
Hóast spurningarnir eru áhugaverdir og geva ábendingar til svarið, er vert at undirstrika, at gleðin í Jesusi Kristi livir sítt stilla lív undir rættiliga ymiskum umstøðum. Møtti á eini embætisferð eini kvinnu, ið stillisliga og við hóvsemi røkti kallið sum kirkjutænari. Hon átti friðin í Jesusi. Hon var hjartans glað og hvíldi í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara í eini friðsælari tilbiðjandi gleði.
Hon greiddi mær frá síni tænastu og sínari lagnu. Gleðin var sjónlig, sonn og talandi, hóast andlitið bar álvarsligt brá og dæmi. Hon vitnaði um Harrans góðsku og segði frá, hvussu góður Guð hevði verið ímóti henni og børnunum, hóast hon sat einkja í góðum aldri. Gleðin í hjartanum syrgdi bæði mannin og sonin, ið brádliga vórðu kallaðir heim. Gleðin í hjartanum bar sorgina á rygginum. Hennara forløg vórðu borin til Jesus, ið veitti styrki og hvílu.
Vitnisburðurin var sterkur og nam við meg, ið at kalla meginpartin av lívinum havi havt viðrák og góðan byr yvir lívsins hav. Fór nakað burturfrá og turkaði vætuna úr eygnakrókunum. Bað so inniliga um fyrigeving, at tøkkin ikki var tað fyrsta orðið, ið rann mær til hugs í allari vælferðini.
Tvey vælsignaði menniskju á míni lívsleið, ið eg einans visti um, men als ikki kenni. Ein maður, ið nýliga var komin til trúgv, gjørdist vitni fyri Kristus. Ein tilkomin kvinna, ið var roynd í lívsins leiki, átti trúarinnar glaða vitnisburð, at sum dagur tín er, skal styrki tín verða.
Eri nú væl ílatin at svara spurninginum um gleðina og trivnaðin. Nærri Jesusi, størri verður gleðin. Bæði tann ljóðliga og stilla gleðin hava somu uppkomu. Hin sanna gleðin er leskað við tí vatni, ið Jesus eigur at geva øllum, ið sløkkja tostan úr brunnin við livandi vatni.
Keldan við vegin er Jesus. Tá ið vit verða leskað við lívsins vatni, fáa vit styrki at trívast í ljóðligari gleði og friðsælari tænastu. Amen.
Orðið: “Mær í hjarta tú (Guð) gleði hevur givið, størri enn teirra, tá tey í yvirflóð hava korn og vín. Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi.” (Sálmur 4,8-9).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo