Tað er sum skilst eftir at næmingar hava heitt á leiðsluna um at umhugsa støðuna enn einaferð, at avgerð nú er tikin um at avlýsa allar ársroyndirnar á Glasi hesa vikuna.
- Takk fyri tykkara teldupost viðvíkjandi ársroyndunum, sigur leiðslan í boðum til næmingarnar í kvøld.
Støðan er endurskoðað saman við Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, og avgjørt er at avlýsa allar ársroyndir í vikuni.
- Vit meta aftur um støðuna seinast í vikuni og senda tá eina kunning út um ársroyndirnar verða meira ávirkaðar.
- Endaligar próvtøkur verða kortini gjøgnumførdar sum ætlað, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo