Niðurlendingarnir, sum eru í Føroyum í hesum døgum og gera brøgd millum annað við línudansi ymsastaðni, hava nú eisini gingið ímillum Trælanípu og bergið hinumegin. Hetta er stutt frá Sørvágsvatni og Bøsdalafossi sunnantil á Vágoynni.
Sagt verður, at tann eini legði seg niður á línuna á hálvari leið.
Teir eru fýra í tali, og ein skal hava sett met einaferð í tíðini og hava gingið yvir 800 metrar á línu.
Teir hava eisini gingið á línu í Gásadali nú ímeðan teir eru her í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo