1.260 ferðir hava spentir føroyingar snarað gekkahjólinum, síðan hann sá dagsins ljós í sjónvarpinum fyri 25 árum síðan, tann 21. februar í 1997. Mong gleðisróp eru komin umvegis sjónvarpsskíggjan, tá stórar upphæddir – eisini milliónaupphæddir – eru snaraðar heim.
Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi. Fyrstu mongu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna.
Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum. Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knøttarnar á telefonini. Gekkurin hevur koyrt meira ella minni á sama hátt síðan tá.
Gekkurin í nýggjum hami
Fríggjakvøldið 25. februar fer Kringvarpið at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Gekkinum. Hetta verður gjørt við einum rimmar gekkakvøldi, har nýggir vinningar eru í fokus. Gekkaseðilin kostar nú 40 krónur, og Kringvarpið kann av somu orsøk hækka vinningarnar munandi. Upphæddirnar á hjólinum hækka, so tað nú ber til at vinna millum 20.000 og 50.000 krónur á hjólinum. Og ikki nóg mikið við tí. Ein Volvo-bilur fer í annan leypin og ein luksus-cruise til Bahamas við 50.000 krónum í lummapeningi í hin leypin. Stóra gekkaupphæddin er í triðja leypinum.
Raðspælið verður eisini meira spennandi, tí ein krússapottur við virði á 50.000 krónur fjalir seg aftan fyri eina av lúkunum.
Føðingardagurin hjá Gekkinum verður fríggjakvøldið beint eftir Dag og Viku. Øll eru vælkomin at spæla við um stóru vinningarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo