Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Synergi: Kom á grundskeið og fá innlit í krøvini í nýggju Dátuverndarlógini

Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum, og slepp undan stórari bót. Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni.

Men tað er ikki líka mikið, hvussu tit sum fyritøka/stovnur goyma hesar upplýsingar.

Nøgdur luttakari:

“Nú dugi eg betur at síggja týdningin av at goyma data og vit fingu kunning um, hvat ið eru og ikki eru viðkvæmir upplýsingar og at aðrar lógir kunnu “yvirrula”.

Luttakari frá privatum arbeiðsplássið

Forkvinnan í føroyska Dáturáðnum, Helga á Borg, er undirvísari
Undirvísari er Helga er útbúgvin cand.jur á Københavns Universitet í 2008 og gjørdist advokatur í 2011. Hon hevur arbeitt í nógv ár innan advokatvinnuna í Keypmannahavn og eisini í danska Fíggjareftirlitinum.

Helga arbeiðir til dagligt sum advokatur á Advokatskrivstovuni, har hon fæst við flestu rættarøki, tó fyllir vinnulívsrættur mest. Hon veitir eisini í sínum dagliga arbeiði ráðgeving innan persóndatarætt, herundir GDPR.

Í mars 2019 tók Helga eina eftirútbúgving innan persóndatarætt/GDPR og fekk CIPP/E certificering.

Síðani 1. juli 2020 hevur hon verið forkvinna í føroyska Dáturáðnum.

Luttakarar siga:
“Eg kann viðmæla øllum skeiðið, sum eru dátuábyrgdarar og gera váðametingarí sambandi við viðgerð  av persónsupplýsingum”.

“Hon dugur sera væl at greiða frá, so heildin hon legði fram, var góð”

“Skeiðið klárlegði nøkur viðurskifti, ið vóru mær nakað ógreið frammanundan”.

Kom á skeið og fá eitt gott innlit í, hvussu tú handfer upplýsingarnar rætt. Finn útav um tit, á tínum arbeiðsplássi, eru innan fyri ella uttan fyri reglurnar.

Fá vitan og ítøkilig amboð heim við
Á skeiðinum verður ein gjøgnumgongd av nýggju dátuverndarlógini, har luttakararnir fáa ítøkilig ráð og amboð til at uppfylla krøvini í nýggju lógini í dagliga arbeiðinum. Dentur verður lagdur á at hava eina praktiska tilgongd til reglurnar.

Tekna teg til skeiðið, sum verður 8. November, HER! Tú kanst eisini ringja til Synergi á tlf. 322355 ella senda teldupost synergi(at)synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo