Skúlablaðið: Fyrstu síðurnar í nýggja tilfarinum Gaia til 4. flokk eru um koppseting. Greitt verður frá søguni um Edward Jenner, sum brúkti átta ára gamla James Phipps sum royndarkanin og veitti honum koppasmittu fleiri ferðir, meðan hann vaks upp. Edward lærdi nógv av hesari royndini, og ikki kann sigast annað, enn at hendan royndin hevur bjargað nógvum milliónum menniskjum kring allan heimin.
Søgan leggur lunnar undir eitt kjak um etikk, um gransking sum heild og um, hvussu vit menniskju vita tað, vit vita. Evnið er gransking, og miðað verður ímóti, at næmingarnir við Gaia ogna sær ein vísindaligan arbeiðs- og hugsanarhátt. Dentur verður lagdur á at stimbra forvitni, skapa upplivingar og at eggja næmingunum at arbeiða víðari við egnum undranarspurningum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo