Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í vetur skipar Gamli Bókahandil fyri sjey bókatiltøkum, har klassikarar í heimsbókmentunum verða umrøddir og fluttir inn í nútíðar samfelagið. Bókaforlagið Hemlið hevur givið bøkurnar út.

Fyrsta tiltakið verður í kvøld mikukvøldið 28. oktobur kl.19.30.

Rósa Heinesen fer at hugleiða um klassikaran Fúrstan eftir Machiavelli. Tiltakið er í hugnaligu stovunum í Gamla Bókahandli.

Luttakaratalið er avmarkað, og tilmelding krevst. Melda til á hnj(at)hnj.fo. Tiltakið er ókeypis.

Felags fyri bøkurnar, sum verða umrøddar, er, at tær eru meira livandi í mentanini á okkara døgum, enn tey flestu okkara geva okkum far um.

28. oktobur
Fúrstin – Rósa Heinesen
Fúrstin er ein bók um kynstrið at fáa og varðveita valdið í einum stati. Niccolò Machiavelli hevur skrivað Fúrstan.

25. novembur
Retorikkur - Eydna Skaale 
Í bókini Retorikkur viðgerð Aristoteles kynstrið at orða seg væl og sannførandi framman fyri øðrum.

16. desembur
Tað etiska kravið – Theodor E. D. Olsen
Í bókini Tað etiska kravið viðgerð K.E. Løgstrup samvitskuna og moral. Um at vit bara kunnu liva, tá ið lív okkara er tvinnað saman við lívið hjá øðrum menniskjum.

27. januar 
Lógirnar – Bárður Larsen
Í bókini Lógirnar finnur heimspekingurin Platon fram til eina samfelagsfyrimynd, sum virkar sum tað góða samfelagið við teimum góðu borgarunum.

24. februar
Etikkur – Anne Mette Greve Klemensen
Í bókini Etikkur viðgerð Aristoteles  tað góða og sosiala menniskjað, sum miðar eftir einari gyltari miðleið.

31. mars
Utopia – Ivan Niclasen
Í bókini Utopia ímyndar høvundurin Thomas More sær eitt samfelag við fríari atgongd til sjúkrarøkt, sosialan tryggleika, útbúgving, mentan, stutt sagt: eitt virðiligt lív.

28. apríl 
Staturin – Jógvan D. Hansen
Í bókini Staturin leggur Platon fram sína statslæru um eitt væl skipað samfelag, og um hvat rættvísi er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo