Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Tann fyrsta av fýra TopRoss-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali í vikuskiftinum. 

Nógv pør høvdu meldað til og veðrið var gott, hóast rættiliga kalt var og okkurt kavaæl. Fyri rossini bilar kuldin sjáldan – tað er ofta verri, um tað er ov heitt, men tað var so als eingin trupulleiki í vikuskiftinum.

Kappast var í hesum greinunum:

T1, T2 og T7 – tølt
Hetta eru ymiskar tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt skal vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum.

Í T2 skal spakuligt tølt vísast, síðani tølt við valfríari ferð og at enda tølt við sløkum teymum – tvs. at reiðfólkið skal klára at halda rossið í tølti uttan at hava teymsamband.

T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt tølt og tølt við valfríari ferð skal vísast.

V1 og V5 – fjórðgongd
Her skulu fýra gonguløg vísast: Fet, trav, tølt og lop. Munurin á flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast.

F1 – fimmgongd
Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at flestu teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m.

Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin, byrjað var klokkan 14 og klokkan gekk ímóti 9 á kvøldi, áðrenn liðugt var. Tíbetur var veðrið gott, heitt kaffi, toast, leskiligar vafflur o.a. vóru at fáa, so samanumtikið ein fínur dagur.

Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa sítt besta. Tað er altíð spennandi til fyrstu uttandurakappingina at síggja, hvussu fólk og ross hava ment seg eftir ein langan vetur við nógvari venjing.

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Heri  Djurhuus Dahl og Brá frá Tjranarstöðum
Nr. 3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum

T1 Ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
Nr. 3 Elma Laksafoss og Gjafar frá Grund II

T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði

V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Kamilla frá Árbakka
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Stilkur frá Frisendal
Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð og Spegill frá Hodsager

V5
Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. 2 Silja Geirsdóttir Eystberg og Tangó frá Akurgerði
Nr. 3 Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2

T7
Nr. 1 Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
Nr. 2 Anna Maria Holm Nolsøe og Eik frá Sólheimum
Nr. 3 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði

F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Elisabeth Niclasen og Litbrá frá Brávöllum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo