![EL 03](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/6/csm_EL_03_e34ea75ac1.jpg)
![EL 03](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/6/csm_EL_03_e34ea75ac1.jpg)
Í 2012 segði táverandi fólkatingslimurin Esben Lunde Larsen, at hjúnabandið er "millum mann og kvinnu".
Fyrrverandi ráðharrin var ímóti vígslu av samkyndum pørum.
Men í uppslagi á sosiala miðlinum LinkedIn skrivar fyrrverandi Vinstra-ráðharrin nú, at hann er samkyndur. Hetta er í sambandi við Pride-vikuna í Keypmannahavn.
Sambært Avísini Danmark er hetta fyrstu ferð, at Esben Lunde Larsen alment sigur, at hann er samkyndur, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo