Nýgggi, stóri drekin hjá Minesto kom í gjár til Vestmanna, har hann seinni skal út í sundið at framleiða streym úr sjóvarfallinum inn á netið hjá SEV.
Fyrst skal eitt fundament gerast á botninum. Boritornið sum skal brúkast til tað arbeiðið er eisini komið til landið. Tað vigar 48 tons. Drekin sjálvur vigar 24 tons.
Minesto hevur sagt, at gongst sum teir ætla, kann streymur gerast úr sjóvarfalllinum til ein munandi part av øllum Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo