Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Frítøka fyri meirvirðisgjald av sjóvarhitaloysnum
Spurningar:
1. Eru reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar, eisini galdandi fyri sjóvarhita?
2. Um ikki, hvør er orsøkin til, at sjóvarhiti ikki verður javnsettur við hitapumpur og jarðhita í mvg-lógini?
3. Um munur er á meirvirðisgjaldinum fyri hesar hitaloysnirnar, er so ætlanin at fáa tann munin burtur?
Viðmerkingar:
Løgtingið hevur samtykt, at tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið ein part av meirvirðisgjaldinum av íløgukostnaðinum.
Eisini er el-kostnaðurin lægri fyri el, ið verður nýtt til hitapumpur.
Men sum undirritaði hevur skilt tað, so fæst endurgjaldið og lægri el-prísurin ikki, tá talan er um sjóvarhita.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 8. desember 2023
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo