Sunnukvøldið 22. oktober kl. 20 letur ein framsýning upp í Glyvra kirkju. Talan er um eina framsýning við ikonum, ið føroyskar kvinnur hava málað, eitt nú fyri stuttum úti í Mykinesi við norsku Anne-Marie Valton á odda.
Henda listagrein tók seg upp í gamla Konstantinopel. Haðani spreiddi hon seg til Russlands.
Arvurin úr Byzans er nú loksins komin til Føroya.
Í sambandi við framsýningina verður í stuttum greitt frá um ikonarnar.
Tað verður eisini tónlist.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo