Nakrar vikur eru farnar síðani sendingarnar ”Teir ómettiligu” hjá KVF vórðu sendar.
Sendingarnar bygdu á tvinni uppáhald og illgitingar:
- Íslendska felagið Samherji rak mutursvinnu í Afrika og misnýtti føroysk dótturfeløg, sum íslendingar sjálvir høvdu stovnað í Føroyum.
- Føroyska felagið Framherji í Fuglafirði er ”dótturfelag” hjá íslendska Samherja, og stjórin í føroyska Framherja er samsekur í altjóða ólógligum virksemi, samstundis sum lógin um útlendskan ognarlut í føroyskari fiskivinnu er brotin.
Fyrra uppáhaldið verður kannað av íslendskum og føroyskum myndugleikum og tað málið gongur sína gongd.
Seinna uppáhaldið er beinleiðis ósatt og ”óhefti” miðilin KVF hevur tilvitað valt, at miðla lygnina víðari og halda lív í henni.
Sambært almenna roknskapinum hjá Framherja eigur stjóri felagsins 77% av partapeninginum í samtakinum og tískil kann felagið ikki vera nakað íslendskt dótturfelag.
Ársroknskapur felagsins er undirskrivaður av statsgóðkendum grannskoðara.
Sum alment álitisumboð hevur grannskoðarin, sambært lógini, skyldu til at kanna, at ognarviðurskifti og teir upplýsingar, ið annars eru nevndir í roknskapinum, eru sannir.
Leiðslan í einum partafelag hevur skyldu til at føra yvirlit yvir partaeigarar.
Harumframt hava ikki færri enn tríggir almennir myndugleikar rætt at fara inn í málið og kanna ognarviðurskifti v.m. í samtakinum.
Myndugleikarnir eru: Skráseting Føroya, TAKS og VØRN.
Eftir sendingarnar ”Teir ómettiligu” kendi skaðafrøin í KVF eingi mørk.
Sagt varð, at nú vóru myndugleikarnir farnir undir at kanna ”lógarbrotini” hjá Framherja.
Hyggjarin fekk næstan ta fatan, at nú var ein politirazzia á veg til Fuglafjarðar.
Men í Fuglafirði er helst meira friðarligt enn skaðafrói tíðindaleiðarin í KVF kundi hugsað sær.
Reiðarin Annfinn Olsen upplýsir fyri VP, at aftaná sendingarnar ”Teir ómettiligu” fingu teir nakrar spurningar frá TAKS.
Hesum spurningum hevur reiðaríið svarað.
Men annars gongur lívið sína vanligu gongd hjá Framherja.
Leiðslan hjá Framherja hevur áður boðað alment frá, at hurðarnar í Fuglafirði standa opnar fyri øllum myndugleikum, ið hava rætt til kunning um felagið.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo