Tórshavnar kommuna: Tað var ein góð og hugnalig løta í matarsalinum á Lágargarði í dag, tá nakrar av veteranunum á heiminum takkaðu fyri seg. Tær vóru fýra, sum takkaðu fyri seg í dag, Davina Mikkelsen, Christa Otthamar, Petra Jespersen og Ása Katrin Joensen.
Borgarstjórin segði í stuttari røðu, at vit plaga at siga, at tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava trúgv starvsfólk. Men líka so gott tað er – líka so keðiligt er at tílík starvsfólk leggja frá sær eftir eitt langt arbeiðslív. Men soleiðis er lívsins gongd.
- Tí tað hevur so stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, sum hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, sum vita alt og duga alt.
- Tað setir eisini so stór krøv til kommununa, tí øll starvsøki hava stórar avbjóðingar at erstatta tey, sum vita og duga alt. Tað verður avgjørt stórur saknur í tykkum, men tit hava verið so leingi, og tað skal vera tykkum væl unt, at tit nú sleppa at taka tykkum av løttum, segði Heðin Mortensen.
Fyrstanevnda var Davina Mikkelsen. Um hana varð sagt, at hon er hjálparfólk á Handarustovu, hon hevur verið á Lágargarði í 14 ár. Um hana varð sagt, at hon er sera arbeiðssom, altíð í góðum lag og hartil øgiliga stuttlig..
Christa Otthamar er starvsfólk í køkinum og hevur arbeitt hjá kommununi í 30 ár. Hon er dugnalig og álítandi – tey siga, at hon gjørdi mest kreativu smyrjibreyðini í býnum. Men nú hevur hon valt at gevast – tí hon skal brúka tíðina uppá øll tey 7 ommubørnini.
Tað eru 35 ár síðan, at Petra Jespersen byrjaði sum starvsfólk í køkinum. Í 87 bleiv hon økonoma og frá 2003 hevur hon verið leiðari fyri køkin. Hon hevur verið ein góður leiðari, og hóast hon gavst við ársbyrjan í 2020, so kundi hon ikki halda seg burtur, men hevur starvast sum kostrøktarstarvsfólk síðan. Men nú gevst hon – helst fær hon tíðina at ganga við hondarbeiði, tí kreativ er hon sum fáur – og stóran áhuga hevur hon eisini fyri náttúruni.
Og so er tað Ása Katrin Joensen. Ása arbeiðir ikki á Lágargarði, men er komin á Lágargarð sum frisør líka síðan Lágargarður lat upp. Einaferð varhon burtur í tvey ár, men hon hevur verið her í 32 ár tilsamans. Borgarstjórin nevndi, at Ása er sum tey siga eitt frískt pust, altíð positiv, stuttlig og bersøgin. Og bæði starvsfólk og búfólk hava verið sera glað fyri at hava havt hana hesi árini at fríðka um búfólkið.
- Tað er ein stórur missur fyri heimið her og kommununa, at tit leggja frá tykkum. Fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, skulu tit bara vita.
- Vit plaga eisini at siga, at fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.
- Hjartaliga takk fyri tykkara stóra íkast og eg fari at ynskja tykkum tað besta í komandi árum, segði borgarstjórin at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo