Pól Arni Holm, ið saman við Týr gjørdi Ormin Langa til landaplágu er nú klárur við einari solofløgu.
Útgávan er á føroyskum og tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum og kann bólkast sum fólkarokkur.
Fløgan er gjørd saman við Una Debess, ið eisini hevur staðið fyri upptøkunum í Finnur Hansen Studio.
Umframt Pól Arna og Una eru Rani Hammershaimb Christiansen og John Áki Egholm tónleikarar á hesari spildur nýggju útgávu, ið kemur út tann 16. oktober 2015.
Plátufelagið TUTL gevur út og mótøka verður í Tutlbúðini á útgávudegnum kl. 16.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo