Greipamanningin, sum er einans kvinnur, er farin á regatta.
Seksæringurin Greipur varð bygdur av Símun Johan Wolles á Eiði í 1995. Tað var áhugafelagið Greipur sum stóð fyri. Hann hevur staðið í neysti í nøkur ár men nú hava Greipafólk tikið dyk á seg og skavað og pussað hann og síðani flotað hann.
Til regattaina hesuferð er hann ‘kvinnaður’ við kvinnum og gekk alt væl í gjár.
Ætlanin er at Greipur nú skal verða meira brúktur enn hann hevur verið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo