Avmarkað tal á atgongumerkjum verða seld fyri bíligasta prís.
Summar Festivalurin 2023 verður hildin dagarnar 3. til 5. august, og í morgun byrjar forsølan til festivalin.
Summar Festivalurin hevur sett fyrstu 1000 atgongumerkini til sølu fyri 850 krónur. Tá ið hesi atgongumerki eru seld, hækkar prísurin.
Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo