Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

So stundar veruliga til stóra finaluna í HM Karaoke, sum í ár verður hildin í Vancouver, Kanada.

Føroyingar eru heilt væl umboðaðir, tá klaksvíksdaman Sofía Juel Rasmussen og havnamaðurin Dánial Gomez Guðjónsson fríggjadagin trína á pallin í Edgewater Casino. Við í ferðalagnum eru 5 føroyingar aftrat.

Í gjár kl 20 (03 um náttina føroysk tíð) var undanveitsla, har lutakast var um nær teir ymisku sangarnir skulu syngja. 

Kappingin verður annars skipað soleiðis at allir sangarar syngja 2 sangir í fyrstu rundu. Fyrsta rundan verður fríggjadag og leygardag kl 16 (23 føroysk tíð), og tá fer at vera møguligt at stroyma og fylgja beinleiðis við á leinkju, sum kemur út á 

https://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/…

Føroyska ferðalagið og sangarnir eru sum heild øgiliga spent og vónrík. “ Eg hopi bara tað gongur gott, og at eg syngi, sum eg altíð plagi. So kann eg ikki gera meira.” sigur Dánial. Sofía er somuleiðis spent:

“Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, og eg gleði meg at sleppa á pallin at framføra. Hetta er ikki nakað eg eri von við, so eg eri ordiliga spent”.

Lutakastið bar annars við sær, at føroyingarnir syngja soleiðis:

1. umfar fríggjadagin
Sofía nr 3
Dánial nr 10

2. umfar leygardagin
Sofía nr 6
Dánial nr 23

Fyri leypandi kunning um ferðina ber til at fylgja við facebook profilinum hjá Karaoke Føroyar her https://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/?fref=ts

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo