Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Føroya Bjór: Einaferð í árinum 1888 fór Símun í Vági inn í kjallara sín í húsunum, hann hevði bygt í Vági, í einum bryggjpotti bryggjaði hann við vatni, malti, ger og humlu, einar 40 litrar tilsamans sum góvu einar 100 fløskur av øli. Føroya Bjór hevði sæð dagsins ljós á fyrsta sinni.

Nú vita vit av góðum grundum ikki hvussu hendan fyrsta royndin hjá vágsmanninum at bryggja øl hepnaðist, ella hvussu ølin smakkaði, men helst hevur hon smakkað væl, tí fyritøkan Føroya Bjór byggir enn í dag, 130 ár seinni, á grundsjónarmiðini hjá stovnaranum; fyrsta floks rávøru, nærlagni og hart og miðvíst arbeiði.

Føroya Bjór hevur, síðani Símun í Vági stovnaði bryggjaríið, altíð verið slóðbrótarin innan føroyska bryggjvinnu.

Símun F. Hansen var føddur í Vági í 1863 og andaðist í 1935. Hann var vanliga nevndur Símun í Vági og var sonur Hanus bónda í Tunghúsinum í Vági og Cathrinu úr Innistovu á Trøllanesi.

Gamla navnið fyri festihúsini í Vági var Niðristova, men ein av festarunum, Hanus, var ættaður Frammi í Tungu í Mikladali, og við honum sigst Niðristova at hava fingið navnabroyting til Tunghúsið.

Pápi Símun doyði í 1879, 49 ára gamal, og Símun tók sum ungur festið, men 2 merkur var ikki nógv at lívbjarga sær við so Símun róði út. Hann var víðskygdur maður, virkaði sum bóndi og útróðrarmaður og fór sum 20 ára gamal niður á Vallekilde háskúla og síðani at læra til bakara og bryggjara, tvey størv, ið tá altíð hoyrdu saman.

Í Danmark gjørdist Símun kunnugur við háskúlamentanina, og hon gjørdist ein grundhugsan í framburðsstrembanum hansara.

Heimafturkomin arbeiddi Símun í Vági í nøkur ár hjá Klaksvíkshandilinum, til hann byrjaði fyri seg sjálvan, at baka, bryggja og handla.

Í fyrstani bakaði hann annan hvønn dag, og annan hvønn dag róði hann norður um Múlan at selja. 

Í 1891 bygdi hann pakkhús við Fornagarðar, og so við og við øktist virksemi og fevndi um handil, fiskastykki og reiðaravirksemi. Hann átti m.a. í Norðingi og Dart. 

Símun í Vági var sum sagt hugsjónarmaður, hann var við at kalla inn til kenda jólafundin 2. jóladag í 1888, hann tók lut á fólkafundum, var í blaðtjaki, serliga í Tingakrossi.

Hann tók stig at byggja Samkomuhúsið í 1898, og tá Háskúlin varð settur á stovn í Klaksvík í 1899 var Símun ein av undangongumonnunum. 

Annað ættarlið. Spesialisering, bryggjaríið
Símun giftist í 1888 við Karin, hon var úr Funningsstovu í Havn, og fingu tey 8 børn.

Tá Símun doyði í 1935, tók sonurin Einar F. Waag (1894-1989) við eftir pápan og helt áfram við bryggjarívirkseminum.

Einar var á háskúla í Havn veturin 1915-16, seinni var hann í Danmark, fyrst á Fredensborg háskúla, síðani arbeiddi hann á tveimum bryggjaríum. Heimafturkomin tók hann við leiðsluni á Føroya Bjór og við honum tók bryggjaríðparturin at vaksa.

Hann keypti maskinurnar hjá Smæruni og fór at framleiða sodavatn í 1936. Hesin parturin av virkseminum hjá Føroya Bjór hevur eisini blóma seinastu árini, við nógvum ymiskum sodavatns sløgum og smakkum, hóast harða kapping uttanifrá.

Í 1959 svaraði virkið saman við 18 donskum bryggjaríum aftur tí Amerikansku cola innrásini við Jolly Cola. Føroya Bjór eigur í dag rættindini, at framleiða Jolly í Føroyum. Í 2007 fór Føroya Bjór eisni at framleiða ymiskt hjá Restorff´s. Jolly og Sisu eru millum mest seldu sodavatnum í Føroyum. 

Í 1952 bygdi Einar eitt nýtt bryggjarí nærindis gamla bryggjarínum á Fornagørðum. Eins og pápin tók Einar lut í almenna kjakinum. Hann sat í sóknarstýrinum í Klaksvík 1943 – 1947 og umboðaði Javnaðarflokkin á tingi 1950-54.

Hann var áhugaður fyri ítróttinum og sat sum formaður í KÍ frá 1924 og nøkur ár fram.

Triðja ættarlið
Útbygging, tøknilig menning.Í 1970 kom triðja ættarliðið til. 17 ára gamal fór Einar Waag, sonur Einar Fróvin Waag og Onnu Malenu Joensen til Danmarkar og tók hann studentsprógv har og arbeiddi á fleiri donskum bryggjaríum.

Í 1968 fór hann at læra til bryggjmeistara í München. Tvey ár seinni varð hann settur sum stjóri, 23 ára gamal. Saman við yngra beiggjanum, Heina, leiddi Einar fyritøkuna, og í 2008 keypti Einar partin hjá Heina.

Tíðarskeiðið frá 70´unum og frameftir eru stórar broytingar farnar fram. Í 1975 var nýtt bryggjhús tikið í nýtslu eins og fleiri útbyggingar og nútímansgerð eru framdar.

Í 1980 varð loyvt at bryggja sterkt øl, hettar var ein avbjóðing, sum Føroya Bjór tók í størsta álvara og fór at framleiða m.a. kendu Veðraølina, sum kann sigast at vera flaggskipið hjá bryggjarínum.Undir leiðsluni hjá Einar hevur fyritøkan ment seg og megnað hørðu kappingina á marknaðinum.

Tá rúsdrekkasølan læt upp í 1992 vóru kappingarkrøvini á ølmarknaðinum herd, tí fleiri útlendsk øl komu á marknaðin, bæði vanlig øl og ser øl. 

Fjórða ættarlið
Nýggjar tíðir, nýggjar avbjóðingar.

Í dag er 4. ættarlið komið á Føroya Bjór. Dóttir Einar og Elisu, Annika Waag, matvørukandidat og bryggjari, er góðsku- og virkisleiðari á Føroya Bjór, og síðani 2008 hevur Annika saman við pápa sínum ført Føroya Bjór inn í nýggjar tíðir.Í 2012 bleiv loyvt at bryggja sterkari øl enn gullstyrki, og Føroya Bjór gjørdi sum vant, fór við virkisfýsni og kappingaranda undir at framleiða fleiri ymisk sløg av øli.

Tann fyrsta var Tripple Ram (Trævetur) 8,5%, ið er ein øl við støði í gamlari uppskrift hjá Símun í Vági, blandað við íblásturi frá ríku bryggjmentanini á evropeiska meginlandinum.

Síðani eru fleiri serøl bryggjaðar,Golden Ram (Gyltur veðrur) 10%, Sterkur Veðrur, serbryggj til jóla, páskir festivalar, ólavsøku og merkisdagar annars.

Áhaldandi hevur verið bryggjað til allar føroyingar, og nú ølið av álvara er farið at gerast kappingarneyti hjá víninum á teimum kræsnu borðunum í Føroyum, so er tað ógvuliga stuttligt at síggja, at Føroya Bjór megnar at blanda seg upp í, brýtur upp um armar, og koyrir eina serstaka øl fyri og aðra eftir út á marknaðin.

Nýggjar tíðir seta nýggj krøv
Í 2017 læt Føroya Bjór nýggja útsølu upp eystanfyri bryggjaríið á Fornagørðum, hettar er ein liður í áhaldandi at fjálga um og nøkta tørvin hjá viðskiftafólkunum og veita teimum bestu tænastu. Inni í nútímans  útsøluhølunum sæst eisini dropadrívsútbúnaður úr skínandi kopari.

Tær fyrstu tunnurnar av whisky eru á goymslu, og løgurin liggur og bíðar og búnast, so um nøkur ár verður føroyskt whisky frá Føroya Bjór á marknaðinum.

Føroyskt akvavitt og føroyskt vodka frá Einar’s Distillery er longu á hillunum í Rúsdrekksølu Landsins. Alt ein liður í einari fjølbroyttari vøruskrá og menning av fyritøkuni.Føroya Bjór hevur altíð verið ein virkin viðspælari í føroyska samfelagnum, og stuðlar bæði einstaklingum og feløgum kring alt landið.

Føroya Bjór hevur verið á marknaðinum í 130 ár, og skiftandi tíðir hava sett skiftandi krøv, men Føroya Bjór hevur altíð megnað at fylgt við og ment seg.

Tøkniligu framstigini hava havt við sær, at tað altíð hevur verið neyðugt at laga framleiðsluna til, og tað hevur fyritøkan gjørt.

Í dag er Føroya Bjór eitt nýmótans virki, sum við útbyggingum og nýggjum maskinum, góðum starvsfólkum og góðari leiðslu er ment at kappast við aðrar framleiðara, og tey á Føroya Bjór eru til reiðar til tær avbjóðingar, framtíðin hevur at bjóða tey næstu130 árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo