Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Jóhan Hendrik Ellefsen, Kári á Høvdanum og Alex Troleis í VAR bilinum – Mynd: www.FSF.fo

Jóhan Hendrik Ellefsen, Kári á Høvdanum og Alex Troleis - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Hóast VAR (Video Hjálpardómari) verður nýtt í Føroyum, tá A-landsliðið við monnum spælir undankappingardystir, er hetta ikki tikið í nýtslu í føroysku kappingini enn. Í Føroyum eru vit tó so smátt farin undir at fáa okkum innlit í hesa skipan, við tí fyri eyga, at hon møguliga gerst partur av føroyskum fótbólti í framtíðini.

Í londunum rundan um okkum síggja vit, at VAR verður brúkt, og tí verður mett, at tað er týdningarmikið, at kunna um hetta. Og nú er komið har til, at tríggir føroyskir dómarar taka lut í VAR skeiði hjá danska fótbóltssambandinum.

– Fyrsti partur av skeiðnum snúði seg um, hvussu dómararnir arbeiða í VAR bilinum. Tað var ótrúliga spennandi, men samstundis eisini ein heilt onnur verð, samanborið við, hvat vit vanliga uppliva á vøllinum, sigur Kári á Høvdanum, ið saman við Alex Troleis og Jóhan Hendrik Ellefsen er byrjaður á VAR skeiði hjá DBU.

Skeiðið er býtt í tríggjar partar. Fyrsti partur av skeiðnum var síðst í august, og síðan verða annar og triðji partur av skeiðnum fyrst í oktober og tíðliga í november mánað.

Jóhan Hendrik Ellefsen, Kári á Høvdanum og Alex Troleis - Mynd: www.FSF.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo