Føroyingurin Bjarti Grunnveit Olsen, sum stríðist við ukrainum í krígnum, skrivar á sínum Facebook profili, at hann er raktur av russum.
Og tá ið VP spyr um støðuna hjá honum beint nú, sigur Bjarti, at hann fekk tvey jarnpetti á seg, eitt á skinnabeinið og eitt í afturpartin.
Hann var saman við einum øðrum, og sigur, at vinurin mundi mist armin, men læknarnir vóru góðir.
VP spyr eisini, hvar hann er staddur í løtuni, men av trygdarávum fær hann ikki sagt tað.
Bjarti Grunnveit Olsen hevur verið í Ukraina í yvir eitt ár - neyvt ein mánaða yvir eitt ár, sigur hann.
Spurdur um hann ætlar sær at stríðast framhaldandi í Ukraina, sigur Bjarti, at tað var ætlanin.
- Men eg endi kanska við at blíva instruktør skjótt, má byrja at hugsa um heilsuna, ryggurin er ikki 100 prosent longur, fái illa borið skaddar menn, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo