Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssamband Føroya: Føroyska flogbóltslandsliðið spældi eitt fínt fyrsta sett ímóti sterka ungarska liðnum, men síðani gekk heldur striltið at fáa stig í hús í øðrum og triðja setti.

Støðan var javnleikur 9-9 í fyrsta sett, og Føroyar vóru eisini bara eitt stig aftanfyri við støðuna 14-15, tá Ungarn dró frá og vann 25-18.

Heilt øðrvísi gekk í øðrum setti, har Ungarn legði seg á odda 6-0, 9-1 og 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-8.

Triðja sett var meinlíkt; við seks stigum á rað fór Ungarn frá 8-4 til 14-4, og við øðrum fimm á rað frá 15-7 til 20-7, áðrenn Ungarn tryggjaði sær settið 25-10 og dystin 3-0.

Sum í øllum hinum dystunum hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen aftur toppskorari í dag við seks stigum. Nicola Toftegaard fekk fimm og Sirið Hanusardóttir Samson fýra. Í dag vunnu Føroyar einki stig við blokkinum.

Føroyar hava nú bara ein dyst eftir í Silvurliguni. Hann er ímóti Finnlandi og verður spældur í høllini á Hálsi fríggjadagin 7. juni. Finnland hevur spælt tveir dystir og vunnið báðar: 3-0 Liksemborg og 3-1 á Portugal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo