Stýrið fyri FMA heldur ikki, at tað er ráðiligt at hava tiltakið, sum ætlandi fór at savna oman fyri 400 fólk. Tí verður einki tiltak í Norðurlandahúsinum
Myndugleikarnir siga, at tað ikki er ráðiligt at savna 500 fólk til tiltøk. Og so mæla teir til, at stovnar og fyriskiparar av tiltøkum taka ábyrgdarfullar avgerðir.
- Tað harmar okkum almikið, at vit ikki kunnu gera tiltakið sum ætlað. Nú royna vit at bera so í bandi, at vit hava eina sending í annaðkvøld, har vit kunngera, hvør hevur vunnið ymsu virðislønirnar, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA
Hvør leisturin er, og hvussu sendingin kemur at síggja út, vita fyriskipararnir ikki í løtuni
- Men vit arbeiða av øllum alvi fyri, at tað stóra arbeiðið, sum higartil er gjørt, ikki fer fyri skeytið, sigur Rólant Waag Dam
Hvussu FMA kemur at síggja út í annaðkvøld, verður kunnað um seinni. Greitt er tó, at tað verður uttan áhoyrarar og beinleiðis framførslur í Norðurlandahúsinum.
Tey, sum hava keypt atgongumerki til FMA, kunnu seta seg í samband við Norðurlandahúsið og fáa peningin afturgoldnan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo