Fimleikasambandið: Nú leygardagin, 29. apríl, verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn.
Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
73 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 38 á kvinnusíðuni. Iðkararnir eru frá Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.
Skráin leygardagin:
Kl. 09.00 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
Kl. 13.00 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Kappast verður í øllum amboðunum. Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi. Á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
Úrslit frá kappingunum síggjast á forsíðuni á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo