Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Var í einari kirkju í Keypmannahavn mikukvøldið í viku 10/2016. Kendi ikki umhvørvið, hóast innihaldið var kent. Kendi ikki kirkjuliðið, hóast tey høvdu somu stevnu sum heimliga kirkjan í Føroyum. Tað var eingin frástøða, tí gleðiboðskapurin um Jesus er fyri øll fólkasløg og ber altjóða dám.

Í rúmligu forkirkjuni ávegis heim kom ein eldri maður ímóti mær. Hann tók í hondina og segði, at hann vildi siga mær ein vitnisburð um Guðs kraft og leiðslu.

“Um biskupur hevur stundir at lýða á, eri eg takksamur.”

At hava stundir er ikki altíð tað, vit hava mest av. Mangan veður umtalað, hvørjar dygdir gera ein prest góðan. Ymisk øki verða nevnd t.d. at vera fyrireikaður, halda góðar prædikur og vera vinsælur. Listin er langur.

Tað eru løtur, har støðan er hon, at vit ikki hava stundir til annað enn tað, ið vit takast við júst ta løtuna.

Eingin orsøk er at avnokta veruleikan, og als eingin orsøk at fevna meira, enn vit sinnisliga og verkliga megna. Viðhvørt hava vit ikki stundir, og neyðugt er at raðfesta.

Nevnda mikukvøld hevði eg stundir, og vitnisburðurin hjá einum eldri manni fylti mína trúgv við dýrabarum innihaldi.

“Síggja tygum, biskupur, Jesus er ikki einans at finna í eini gamlari bók. Jesus er eins livandi í dag sum áður tíðini, tá ið hann gekk millum samtíðarfólkið á gøtunum í Nasaret og Jerúsalem. Jesus er ein undurfullur frelsari.”

So steðgaði hann á eina løtu, og tárini runnu niður eftir andlitinum. Tað var eyðsýnt, at nakað bilgdist í barmi og sinni.

“Jesus bjargaði mær frá tímiligum tómleika og gav mær tað, ið eg áður ikki kendi. Eg visti einki um Guðs ríki, hvørki heimanífrá, sunnudagsskúla ella kirkju. Í uppvøkstrinum var orðið um Jesus ókent. Kristin trúgv var ikki tikin upp á tunguna, og einki var heilagt. Alt var eins, og einki var størri ella meira enn nakað annað.

Eitt kvøldi eg gangi á gøtuni í Keypmannahavn, kom eg av tilvild framvið eini kirkju. Ein kvinna kemur oman trappurnar. Hon biður gott kvøld og ber mær eina heilsu úr skriftini um Harrans signing. Eygu okkara møttust, og tað var ein neisti í hennara eygnabrá, ið nam við meg og broytti mítt lív. Síðan tað kvøldið hava vit verið saman, og vit vórðu hjúnavígd stutt eftir.”

Hin eldri maðurin helt fram.

“Eg var um tað mundið um fjøruti ára aldur og ógiftur. Ætlanin var at leita aftur til upphavið og fara til Jútlands. Men eg kom ongantíð vesturaftur, tí tað at møta kvinnuni í mínum lívi broytti alt til tað betra. Vit valdu at búgva í høvuðsstaðnum.

Nú í vetur er alt øðrvísi. Vit bæði konan hava ikki búð saman eina tíð. Eg havi framvegis íbúðina, men konan er flutt út á kirkjugarðin. Men vit flyta skjótt samanaftur, tí árini eru komin og heilsan viknar. Í trúnni á Jesus eiga vit ein ævigan bústað í Guðs ríki. Eg vænti, at vit í ævinleikanum heima hjá Jesusi flyta samanaftur og koma at búgva í somu íbúð.”

Stóð málleysur, undrandi og takksamur. Hvat er tað at prædika? Er tað ikki at bera ein einfaldan vitnisburð um Harran Jesus mitt í tí dagliga og gerandisliga? Hava vit stundir at lurta, meðan onnur siga sína lívssøgu?

Hin gamli vildi gera søguna greiðari og helt fram.

“Hetta sama kvøldið, tá ið vit bæði møttust fyrstu ferð, hevði hon verið í kirkju og kom gangandi oman trappurnar og steig út á gongubreytina, júst har eg var staddur.

Hon hevði í búnum aldri biðið Guð um, at um hon fekk ein mann, at tað mátti eydnast henni at leiða hann til Jesus. So møtti hon mær, ið als ikki gav Jesusi gætur ella kendi nakað sum helst til kirkju og gudslív.

Síggja tygum samanhangin? Nú er konan farin heim til Harran, og likam hennara hvílir í kirkjugarðinum. Ístaðin fyri hana eri eg virkin í kirkjuni og royni at virka fyri Harran í verkligari tænastu. Umber at eg taki tygara tíð og sigi søgu mína sum ein vitnisburð um Guðs undurfullu leiðslu og umsorgan. Biskupur, tygum eru heppin at hava kent Jesus alt frá barnsbeini.”

Vit skiltust og bóðu farvæl. Andlitið strálaði av gleði. Hann vendi sær á enn einaferð: Farvæl, og vit síggjast, – um ikki fyrr, so í Guðs ríki!

Nevnda mikukvøld var mettað við djúpari hugsan, ósvaraðum spurningum og lovsangi. Ein rík løta at hoyra og uppliva vitnisburðin um Guðs náði, veldi og ríki. At Jesus er máttmikil, hjástaddur og virkin við sínum Heilaga Anda enntá dagin í dag. Amen.

Orðið: “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebrearabrævið 13,8).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo