Ringa veðrið forar ikki tjóðarflogfelagnum í at røkja sambandið ímillum Føroyar og umheimin.
Fyri løtu síðani fór RC456 úr Vágum, smáar 20 minuttir seinkaður. Hetta er einasta fráferð í dag.
Tvær komur eru ætlaðar. Tann sum skuldi vera klokkan 13.40 er útsett til klokkan 16.37. Ein er eisini klokkan 19.50.
Allar flogferðir í dag eru til og úr Keypmannahavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo