Í gjárkvøldið mátti flogfar hjá Atlantsflog lenda í París við sjúkum ferðafólki. Flogfarið var á veg úr Billund til Fuerte Ventura á Kanariuoyggjunum.
Tað váttar stjórin, Jóhanna á Bergi, fyri VP.
AA-stjórin sigur, at flogfarið mátti so fara aftur til Billund eftir nýggjari manning, áðrenn kósin var sett aftur móti Fuerte Ventura.
Talan var um ein leigurtúr fyri útlendska ferðavinnustovu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo