Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Gallatiltakið fyri flogbóltin verður øðrvísi í ár enn undanfarin ár. Tiltakið byrjar leygarkvøldið kl. 17.00 við hátíðarligum handanum til bestu leikarar, venjarar og dómarar. Hetta verður afturvið tónleiki og undirhaldi annars í hølunum hjá Føroya Tele í Hoyvík, sum leggur navn til bestu kappingarnar í flogbólti. Seinni á kvøldi verður vanliga veitslan fyri leikarar.

Flogbóltsumhvørvið hevur eins og vanligt tikið stig til, hvørjir leikarar, venjarar og dómarar eru tilnevnd sum tey bestu fyri farna kappingarár. Fyribils fyriliggja nakrar av tilnevningunum fyri kvinnurnar.

Ongi ivi tykist vera um, at hjá kvinnunum eru tað sterku útlendsku leikararnir í álopspartinum, sum verða mettar at hava verið tær bestu. Sum ársins álopsleikari hjá kvinnum eru tað Ariana Pereya Gonzalez úr TB, Iuliia Kuvshinova úr Fleyr og Svitlana Shvanska úr SÍ, sum eru mettar at vera tær bestu og júst somu leikarar eru í uppskotið til ársins leikari hjá kvinnum.

Sum ársins verjuleikari eru Jakobina Joensen úr KÍF, Sólfríð Højgaard Poulsen úr SÍ og Tórfríð Tavsen úr Drátti tilnevndar.

Sum ársins hevari hjá kvinnum eru Janna Falkvard úr SÍ, Rebekka Osbjerg Højsted úr Mjølnir og Tóta Búadóttir úr Fleyr tilnevndar.

Á gallahandanini leygarkvøldið verður endaliga avgjørt, hvørjar av hesum nevndu verða heiðraðar sum tær bestu í kappingini.

Umframt hesar verða ársins stjørnuskot, ársins blokkleikari og ársins lið valt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo