Spekulatión í at byggja íbúðir í Kina er um at koyra kinesiska búskapin um koll.
Í veruleikanum eru so nógvar tómar íbúðir í Kina í dag, at tað er nóg nógv til at húsa øllum landsins íbúgvum, skrivar finans.dk.
Tað er fyritøkan Evergrande sum hevur bygt flestu íbúðirnar, og av tí at stórur partur er bygt fyri læntar pengar, hevur felagið uppbygt eina risaskuld og nú er vandi fyri at bæði bankar, kreditorar og vanligi maðurin noyðist at síggja í eyguni, at virðini á ongan hátt standa mát við skuldina.
Hendir tað ov knappliga, verður úrslitið ein fíggjarkreppa. Hinvegin kann tað hála pínuna út í nógv ár, um niðurskrivingin skal henda spakuliga og uttan at loypa hvøkk á marknaðin.
- Tað fer at taka nógv ár, kanska áratíggju, at fáa kinesiska íbúðarmarknaðin aftur á rættkjøl, sigur Hao Hong, sum er ein av stjórunum í grunninum Grow Investment við CNBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo